Eysturoyar Tjóðveldisfelagið hevði 1. uppstillingarfund ígjárkvøldi. 5 nøvn eru í uppskoti og ætlandi verður listin endaligur síðst í apríl mánaða.
Hallur Ellingsgaard er formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Hann upplýsir fyri Norðlýsinum at økisfelagið hevði 1. uppstillingarfund í gjárkvøldið. Eysturoyar Tjóðveldisfelag kann stilla millum 5 og 7 valevni upp. Á fundinum í gjárkvøldið komu 5 nøvn á listan, sum tó ikki er endaligur. Hallur væntar at listin verður endaligur síðst í apríl mánaða.
Tveir borgarstjórar í Eysturoynni eru á listanum, Jóhan Christiansen úr Eysturkommunu og Sonni á Horni úr Fuglafjarðar kommunu. Tveir aðrir borgarstjórar eru tjóðveldismenn í Eysturoynni, men teir eru ikki at síggja á listanum enn, Jógvan í Skorini fyri Eiðis kommunu og Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu.
Atkvøðuslúkurin á seinasta løgtingsvali, Sonja Jógvansdóttir er á listanum. Hon stillaði upp fyri Javnaðarflokkin á seinasta løgtingsvali, men fór úr javnaðarflokkinum og samgonguni beint eftir valið.
Tey fimm sum eru í uppskoti á listanum eru: Sonja Jógvansdóttir, Jóhan Christiansen, Sonni á Horni, Klæmint Østerø og Pól Esper Hanusarson.



