Málið um broytingar í hjúnarbandslógini er ein rein føroysk súpan. Tá Sjálvstýrisflokkurin fór úr samgongu samráðingunum, gjørdi formaðurin greitt at orsøkin var at flokkurin ikki kundi taka undir við broytingum í hjúnarbandslógini. Aksel V. Jóhannesen var tá alment úti og gjørdi greitt, at málið als ikki varð partur av samgonguskjalinum. Men nakrar fáar vikur seinri loyvdi Aksel V. Jóhannesen trimum samgongufólkum, saman við Sonju Jógvansdóttir, at leggja málið fyri tingið.
Málið um broytingar í hjúnarbandslógini er ein rein føroysk súpan. Tá Sjálvstýrisflokkurin fór úr samgongu samráðingunum, gjørdi formaðurin greitt at orsøkin var at flokkurin ikki kundi taka undir við broytingum í hjúnarbandslógini. Aksel V. Jóhannesen var tá alment úti og gjørdi greitt, at málið als ikki varð partur av samgonguskjalinum. Men nakrar fáar vikur seinri loyvdi Aksel V. Jóhannesen trimum samgongufólkum, saman við Sonju Jógvansdóttir, at leggja málið fyri tingið.
Hetta varð gjørt hóast umsitingin í løgtinginum gjørdi greitt at hetta var brot á mannagongdir, sum eru galdandi, tá broytingar skulu gerast í ríkislógar tilmælum. Løgtingsskrivstovan vísti á at mannagongdin í samband við slíka lóggávu var at uppskot vóru løgd fram eftir, at samráðingar fyrst høvdu verið millum landsstýrið og donsku stjórnina.
Men av tí at talan jú ongantíð varð um eitt samgongumál, hevði tað verið óhoyrt at landsstýrið ella landsstýrisfólk tók upp samráðingar um at fremja eitt tílíkt mál.
Men skuldi Aksel V. Jóhannesen varðveita valdi í løgtinginum, varð hann noyddur at fáa hetta málið samtykt, og tí varð ein ætlan løgd so Sonja Jógvansdóttir framhaldandi fór at játta Akseli vald. Beint ímóti vanligari politiskari siðvenju, loyvdi Føroya Løgmaður at trý samgongufólk, saman við Sonju Jógvansdóttir, løgdu uppskot fyri tingið um broytingar í hjúnarbandslógini, sum er ein Fólkatingslóg. Tingfólk hava ongar møguleikar at samráðast við donsku stjórnina, men álíkavæl varð málið trýst ígjøgnum løgtingið hóast mótmæli frá løgtingsskrivstovuni.
Tá málið varð samtykt í løgtinginum, vóru landsstýrisfólk og samgongufólk skjótt frammi og gjørdu hetta til ein sigur fyri samgonguna og nýggja landsstýrið – men hetta kundi ikki verið meira veruleikafjart.
Samgongan og serliga Løgmaður hava gjørt sær stóran ómak at halda hetta málið burtur frá samgonguni og tað er júst hetta, sum hevur gjørt at málið nú er enda í ongamannalandi.
Norðlýsið hevur fingið innlit í samskiftið millum føroyskar og danskar myndugleikar og tað er púra greitt at danska stjórnin, vísandi til reglur og mannagongdir í samband við ríkislógartilmælir, ikki kann seta lógarbroytingina í verk, sum lógin er samtykt av løgtinginum.
To roynir Sirið Steenberg framvegis at ávirkað stjórnina, sum fleiri ferðir hevur víst á, at hon ikki er sinnað at víkja frá reglum og mannagongdum.
Nú Suðuroyar tingmaður gjørdi greitt at hann var sinnaður at atkvøða fyri eini eykajáttantil Saltsilo verkætlanina í Suðuroynni, hevur samgonguleiðarin verið úti og gjørt greitt at hetta kemur als ikki upp á tal. Men spurningurin er um samgongufólk fara at lata sær linda at einans Sonja Jógvansdóttir sleppur at gera sum hon vil.
Tað er eisini sjálvsamt at ein sitandi samgonga fremir politisk mál í løgtinginum, uttanum landsstýrið.
Vit hava sagt tað fyrr. Veruliga politiska valdi er ikki hjá Løgmanni men hjá Sonju Drotning.




