Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sonja Jógvansdóttir: Stóra avbjóðingin er at fáa og fasthalda starvsfólk

Helgi Abrahamsen

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, tosaði mest um starvsfólkahópin, tá hon helt sína framsøgurøðu í sambandi við aðalorðaskiftið um sjúkrahúsverkið.

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, tosaði mest um starvsfólkahópin, tá hon helt sína framsøgurøðu í sambandi við aðalorðaskiftið um sjúkrahúsverkið.

”Tað er truplari og truplari at fáa fatur á- og at fasthalda starvsfólkini, og eisini at menna tey,” segði hon.

Sonja Jógvansdóttir segði, at nógv av teimum sum fara uttanlands at lesa til lækna, hava eina ætlan um at koma aftur til Føroya at arbeiða. Tí helt hon, at tað mátti vera møguligt hjá teimum at fáa starv og førleikamenna seg í Føroyum eftir loknan lesnað uttanlands.

Hon nevndi eisini arbeiðsviðurskiftini hjá læknum, har talan ofta er um sera langar vaktir.

”Læknar eiga eins og onnur hava eitt mark fyri, hvussu leingi teir kunnu vera á vakt,” segði hon.

”Tað er ein farin tíð, at fólk vóru á vakt 24 tímar um samdøgrið í fleiri dagar á rað. – So mugu vit heldur rinda tað sum tað kostar, at fáa hetta broytt,” segði Sonja Jógvansdóttir.

Uttanflokkatingkvinnan undraðist yvir, at vit ikki fyri langari tíð síðani hava fingið sjúklingar á ein felags bíðilista.

”Tá eg fór í henda arbeiðsbólkin, kom tað óvart á meg, at tað ikki var ein sjálvfylgja, at bíðilistarnir vóru samskipaðir. Tað helt eg vera eina sjálvfylgju,” segði hon.