Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sonni á Horni nývaldur formaður

Tíðindaskriv

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini tann 20. mars 2019. Skráin var samb. viðtøkum felagsins.

Umframt skipanarligu partarnar sum hoyra aðalfundinum til, luttóku Katrin Kallsberg og Siri Stenberg  á fundinum.  Báðar høvdu tær innlegg um førda politikkin, framd avrik, og tankar um hvussu stingast skal út í kortið eftir komandi løgtingsval.

Eftir tað var orðið frítt og høvi var hjá fundarfólkinum at spyrja og hugurin at viðmerkja og spyrja var góður.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Sonni á Horni, formaður (valdur av aðalfundinum)

Súni í Hjøllum, næstformaður

Herbert Olsen, peningarøkil

Dánjal Vang, skrivari

Bernhard Samuelsen, nevndarlimur

Tóki Høghamar, nevndarlimur

Dia Ellindsson, nevndarlimur

 

Olaf í Garði, varalimur

Jóannes Eliasen, varalimur