Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sonni Ragnar og Molde vunnu á FCK

Jákup Ósá

Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin móti FCK í dag.

Venjingardystur var leiktur í dag.

Føroyski landsliðsleikarin Sonni Ragnar Nattestad byrjaði inni í miðverjuni hjá Molde og spældi allan dystin móti danska stórfelagnum. Samstundis var hetta dystur millum teir báðar norsku Ståle Solbakken og Ole Gunnar Solskjær, sum báðir vóru settir í samband við starvið sum norskur landsliðsvenjari fyri stuttari tíð síðan.

Molde legði seg á odda beint áðrenn hálvleik við máli frá Ottar Magnus Karlsson, men Jores Okore javnaði eftir hornaspark. Dysturin var spældur í einari kapping í Dubai og skuldi tí avgerast uppá brotsspørk, og har vann Molde.