Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Søren Brostrøm biður danskar politikarar endurinnføra coronapass

Jóhann Lützen

Vøksturin í smittuútbreiðslu hevur fingið stjóran í Sundhedsstyrelsen, Søren Brostrøm, til alment at mæla til, at coronapass skal vera kravt fyri at sleppa inn til ávís støð. Hetta sigur hann við TV2 í eini áheitan til politikararnar í Danmark, tí hann er stúrin fyri, at heilsuøkið fer at hokna undir fyri Corona.

– “Sundhedsfagligt ser jeg det som en mulighed på caféer, restauranter, koncerter og natteliv.”

Soleiðis sigur stjórin í Sundhedsstyrelsen, og hann fær undirtøku frá eini røð av øðrum serfrøðingum. Ein av teimum er Eskild Petersen, adjungeraður professari í infektiónssjúkum á Klinisk Institut á Aarhus Universiteti, ið TV2 eisini hevur tosað við um tað sama.

Í Danmark eru tølini sera høg, og mikudagin var talið 2.598 tað hægsta í øllum 2021. Tølini eru nógv hægri enn forsagnirnar søgdu, og tað krevur drastisk átøk. Men í síðsta enda eru tað politikararnir, ið taka avgerðirnar. Framsøgumaðurin í heilsumálum hjá teimum Radikalu, Stinus Lindgreen, sigur, at corona skal “opklassificeres til at være samfundskritisk sygdom”, sum tað stendur í Epidemilógini, og tað hevur Lindgreen heldur onki ímóti, men so má tað vera stjórnin, ið skjýtur tað upp yvirfyri Fólkatinginum. Soleiðis eru kommandovegirnir har.

Fyri fyrst eru tilmæli um koppseting og at kanna seg ofta tilmælini í Danmark, men politikararnir eru opnir fyri at endurinnføra kravið um coronapass og munnverju.

Eins og í Føroyum eru tað serliga børn og ung, ið eru rakt, serliga børn undir 12 ár. Børn undir 12 ár kunnu ikki koppsetast enn. Tilsamans 119 útbrot vóru á donskum skúlum í farnu viku, og vikuna áðrenn tað 169 útbrot, so støðan er ikki góð. Serliga er tað í høvuðsstaðinum Keypmannahavn, at smittan er brotin út. Albertslund er harðast rakt, síðani Ishøj, Brøndby og Glostrup. Hinvegin stendur nakað frægari til í sjálvari Københavns Kommunu.

Í løtuni eru 246 danir innlagdir við Corona.