Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søren Kierkegaard og Hannah Arendt í Klaksvík

Jóhann Lützen

Klaksvíkar kvøldskúli bjóðar eitt ein-dagsskeið leygardagin 4. mars. Tað er Jóhannes Miðskarð, lærari, cand. ped. og PhD sum fer at halda skeiðið. Miðskarð hevur arbeitt við leiðslu- og organisatiónsmenning í 10 ár. Til sítt arbeiði brúkar hann ofta Hannah Arendt og Søren Kierkegaard.

 

Arendt verður nýtt til at skilja samspælið millum leiðara og starvsfólk, og at skilja hvussu ein starvsfólkahópur samskiftir. Arendt er kend fyri sína analýsu av Eichmann rættarsakini í Jerusalem. Eisini er hon kend fyri at greina, hvussu stóru ismurnar fungeraðu í 21. øld. Somuleiðis er hon kend fyri at greina grundsúlurnar í arbeiðslívi.

Miðskarð nýtir Kierkegaard til at skilja hvat hendir inni í einum leiðara og starvsfólki tá leiðsla verður útint. Kierkegaard er kendur fyri at greina hvat angist er og at grundleggja eksistentialismuna. Kierkegaard var fyrsti ástøðingurin, sum veruliga kannaði, hvussu ein persónur blívur tann hann/hon er. Eisini greinaði Kierkegaard umstøður (her ímillum tað sosiala) sum hendir tí einstaka menniskjanum í einum mannalívi.

Skeiði 4. mars í Klaksvík fer tó at snúgva seg um persónarnar og teirra grundtankar og ikki um nýtslu av ástøðunum í leiðslu- og organisatiónsmenning. Greitt verður frá lívinum hjá Hannah Arendt og Søren Kierkegaard, og hvørji høvuðsverk tey hava skrivað.

Sí meira her: https://kks.atgongumerki.fo/webshop/event/1900952/order/main