Talan bleiv um spennandi dyst millum KÍ og 07 Vestur.
KÍ og 07 Vestur spældu venjingardystí Klaksvík í kvøld.
Talan var sum heild um ein javnan dyst,har KÍ kanska sat meir á spælinum, men har 07 Vestur allatíðinahótti í sínum mótálopum. Bæði liðini høvdu sínarmøguleikar, men einasta málið kom móti endanum, tá vinstrivongbakkurin hjá KÍ, Ísak Simonsen, legði inn fyri til høgravongbakkin, Sørmund Kalsø, og so var 1-0 til KÍ. 1-0 var endaliga støðan.
KÍ byrjaði við hesum liðnum(3-4-3/3-6-1): Meinhardt Joensen – Jonas F. Rasmussen, AhmedMujdragic, Hørður Askham – Sørmundur Kalsø, Semir Hadzibulic,Jákup B. Andreasen, Ísak Simonsen – Dion Splidt, Páll A.Klettskarð, Atli Danielsen. Seinni komu hesir inn: ÓlavurNiclassen, Steinbjørn Olsen, Tórur Justesen, Heðin Klakstein,Jóannes Danielsen og Aksel B. Danielsen.




