Næsti dysturin hjá Kí er av. Dagført: Triði dysturin endaði eisini við javnleiki.
Næsti dysturin hjá Kí er av.
Hóast KÍ hevði bóltin meginpartin av tíðini, so var tað Skála, ið kom á odda. Men KÍ javnaði eftir at Sørmundur Kalsø fangaði ein leysan bolt eftir frísparksstøðu. KÍ hevði aðrar møguleikar, men tað endaði við javnleiki.
Hjá KÍ spældu hesir: Meinhardt Joensen – Jóhan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Gueye, Hjalgrím Elttør – Jóannes Bjartalíð, Heðin Klakstein, Páll A. Klettskarð. Seinni kom Ivan Joensen inn fyri Heðin Klakstein.
Dagføring: KÍ og AB spældu javnleik 0-0. KÍ hevur ein dyst eftir og hann er ímóti ÍF.




