Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sosialistisk Ung gera innrás norðanfyri

tidindaskriv

Í sambandi við tiltakið hjá Norðoya Javnaðarfelag í Klaksvík í gjár, tóku limir í Sosialistisk Ung stig til at stovna økisfelagið SU Norð.

SU í vøkstri

Sosialistisk Ung hevur í dag fleiri limir enn nakrantíð áður; og tað sæst aftur í virkseminum.

Fyri at lofta vøkstrinum, arbeiða vit við at stimbra um virksemi okkara, so at tað røkkur út í allar Føroyar. Vit fara at geva øllum ungum møguleikan at byggja og skapa eitt samfelag, ið vit øll kunnu trívast í.

Við hesum í huganum hava vit í kvøld stovnað lokalfelag fyri SU, sum fevnir um Norðoyggjar og Eysturoynna, fyribils rópt SU Norð.

Tað liggur í kortunum, at vit fara at stovna SU Suður og SU Mið í næstum. Tá verður eisini neyðugt, at vit umskipa okkum. Hetta verður tikið upp á komandi aðalfundi.

Vit fara at hava eina landsnevnd, sum hevur til endamáls at stýra yvirskipaða politiska virkseminum í felagnum og at skipa fyri felags tiltøkum.

Lokalfeløgini fara at arbeiða meira ítøkiligt við at skapa ein veruligan pall, har ungir sosialistar kunnu kenna seg heima og luttaka í at skapa góðan politikk

Harleyfacadeacryl