“Tað einasta rætta í verandi støðu er hetta: At sitandi samgonga styttir freistina at boða frá verkfalli, so at hon aftur er 24 tímar.” Tað skrivar ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung, í einum skrivi, sum tey sendu fjølmiðlunum í gjár.
Í samrøðu við Kringvarpið sigur Barbara Gardlykke Apol, forkvinna í felagnum, at tað undrar tey, at Javnaðarflokkurin, sum fanst harðliga at, tá fráboðanarskyldan varð longd, ikki hevur stytt fráboðanarskylduna aftur, nú flokkurin situr við landsins leiðslu.
“Undanfarna samgonga trekti tenninar úr fakfeløgunum, tá hon longdi freistina at boða frá verkfalli úr 24 tímum upp í 48 tímar. Hetta tekur fullkomiliga megina úr sterkasta amboðnum, sum fakfeløgini eiga, tí at arbeiðsgevarin fær tíð til at fyrireika seg til verkfallið – og tá stendur arbeiðarin uttan nakra ávirkan, tá arbeiðið loksins verður niðurlagt,” siga ungu javnaðarfólkini í skrivinum til fjølmiðlarnar. Tey vísa á, at í løtuni eru sáttmálasamráðingar á arbeiðsmarknaðinum, og at sáttmálarnir eru ikki dagførdir í fleiri ár, tí avleiðingarnar av at nokta krøvunum frá arbeiðarafeløgunum eru so lítlar.
“Tað hevði kanska verið uppá sít pláss, at Javnaðarflokkurin, sum er kanska arbeiðaraflokkurin, hevði tryggjað hesi rættindini aftur,” sigur Barbara Gardlykke Apol, og hon undrast yvir, at hetta ikki kom við í samgonguskjalið.
Við skrivinum vilja Sosialistisk Ung minna Javnaðarflokkin á, at lyftini ið vórðu givin áðrenn valið, skulu haldast nú flokkurin situr við ábyrgd.




