Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SOSIALPOLITIKKUR: Vælferðin hægstu raðfesting

Kaj Le Holm Jóhannesen

Tað hevur seinastu tíðina verið sett spurnartekin við, hvørt Sambandsflokkurin, sum er ein sosialt sinnaður flokkur, hevur gjørt nóg mikið fyri at víðarimenna sosialu økini í okkara samfelag og harvið vælferðartænasturnar. Tá tosað verður um vælferðartænastur ella tey bleytu virðini, so fevnir tað í hesum føri um Menta- og Útbúgvingarmál, Heilsumál og Almannamál.

Umrøðan av sosiala økinum seinastu tíðina
Tað hevur seinastu tíðina verið sett spurnartekin við, hvørt Sambandsflokkurin, sum er ein sosialt sinnaður flokkur, hevur gjørt nóg mikið fyri at víðarimenna sosialu økini í okkara samfelag og harvið vælferðartænasturnar. Tá tosað verður um vælferðartænastur ella tey bleytu virðini, so fevnir tað í hesum føri um Menta- og Útbúgvingarmál, Heilsumál og Almannamál.

Hesi øki fevna hvørt sær vítt og peningurin verður býttur út á eina røð av endamálum, virksemisøkjum o.a. Ein sakligur háttur at undirbyggja og objektivt prógva hvørt samgongan og Sambandsflokkurin, sum partur av sama, hava latið meira peningaligt tilfeingið til hesi øki og harvið styrkt tey, er m.a. at vísa á tær útreiðslur, sum eru játtaðar síðan 2008, tá Sambandsflokkurin tók við landsins leiðslu.

Gongdin í sosialu útreiðslunum
Sambandsflokkurin hevur gjørt eina roknskapargreining og uppseting av útreiðslunum á sosiala økinum, sí talvuna niðanfyri um vøksturin í sosialu útreiðslunum.

LES MEIRA HER