icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sosialpolitikkurin hjá sitandi landsstýri : Bilar fram um eldri !!

Oliver Joensen

Fríggjadagin samtykti løgtingi uppskot hjá Karstin Hansen fíggjarmálaráðharra um, at onki MVG skal gjaldast hjá teimum, ið fara at koyra ígjøgnum vágatunnilin og seinni norðoyatunnilin. Eg havi onki ímóti hesum, men eg síggi týðiliga hvat ið politiska raðfestingin er hjá hesi samgongu: tey eldru og veiku tey verða ikki frítikin fyri MVG meðan bilar og ferðafólk verða tað.


Vallyftir.
Til seinasta løgtingsval vóru teir allir við at detta um føturnar á hvørjum øðrum við lyftum til tey eldru: hægri pensión, fleiri røktarheimspláss og døgnrøkt vóru nøkur av lyftunum ið tú hoyrdi hvønn dag tær seks vikurnar valstríðið vardi.Men ikki kann sigast at vit hava hoyrt nógv um hetta síðan samgongan var skipað. Teir hava haft úr at gera við at keglast innanhýsis heldur enn at fara til arbeiðis og gera nakað við øll vallyftini.

Verðuleikin.
Tað einasta ið vit hava hoyrt frá teimum síðan teir skipaðu samgongu í juni mánaða er, at nú fara teir at leggja eldraøkið út til kommununnar at umsita. Hetta takið eg eisini fult undir við, men tað er eitt stórt men, tað er ikki rætt at leggja økir út til kommununar sum teir sjálvir hava misrøkt í áravís uttan at dagføra økið fyrst. Tað er eitt mark fyri, hvussu nógv av uppgávunum hjá landinum kommununnar klára at fíggja sjálvar, tann verðuligi kostnaðurin av økinum má fylgja við tá ið økið verður lagt út.

Tey eldru og MVG.
Tær kommunnur ið av sínum eintingum hava roynt at gjørt nakað fyri tey eldru, eitt nú við sjálvar at byggja eldraíbúðir og sambýlir, tær síggja onki til at fíggjarmálaráðharrin ber nakað uppskot niðan í tingi um frítøku av mvg tá ið ein byggir eldraíbúðir !! Nú stendur knappliga á, og um tað ikki vísir hvat tað er ein raðfestur, so veit eg ikki hvat tað ger. Hvør er tað ið verður straffaður, tað er ikki kommunan ella byggiharrin, nei tað eru tey eldru ið skulu búgva í eldraíbúðunum, tey skulu gjalda rokningina !! Tað er teirra húsaleiga, ið verður kanska fleiri túsin krónur dýrari um mánaðin fyri at fíggja mvg til landskassan, og tað haldi eg vera fantastiskt. Hetta ger, at vandi er fyri at bert teir pensionistar, ið eru væl fyri fíggjarliga, hava ráð at flyta í eina eldraíbúð og tað var so ikki ætlanin hjá Klaksvíkar Kommunu, tvørturímóti. So høgt raðfesta teir tey, ið vóru teirra hjartamál tær seks vikurnar valstríðið vardi, nevniliga tey eldru. So vit kunnu bara staðfesta, at langt er ímillum hvat teir siga og tað teir verðuliga sýna í verki.

Eyðgunn Samuelsen
Formaður í sosialu nevnd.