Tað gekst illa hjá Útvarpinum at toga burturúr løgmanni, hvussu hesin sosiali ráfiskagrunnurin er samanskrúvaður, sum formaðurin í Kommunufelagnum og hann hava snikkað saman í dag – og sum bert er galdandi fyri Suðuroynna.
Løgmaður hevur áður sagt, at eldraøkið í Suðuroynni ongan trupulleika hevur fíggjarliga, men nú tað nærkast løgtingsvalið, hevur pípan fingið annað ljóð. Nú hevur hann gjørt eina lukrativa serskipan fyri júst ta oynna.
Nes, Sjóvar – og Runavíkar kommunur hava fíggjarætlað við einum halli í egnum kassum á 16 mió. kr. tilsamans á eldraøkinum í 2019. Tað hevur als ongan áhuga fyri Dennis Holm og Aksel V. Johannessen.
Kanska veljararnir leggja sær tað í geyma, nú fólkatings- og løgtingsval er í hondum.



