Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spæla Jóan Símun og Páll?

Jákup Ósá

Tað mesta bendur á, at í besta føri bara annar kemur á vøllin Skírisdag.

Tað mesta bendur á, at bara annar kemur á vøllin Skírisdag.

Skírisdag spæla KÍ og AB landskappingardyst í Klaksvík. Ivamál um er báðar álopsleikararnar á A-landsliðnum Páll A. Klettskarð og Jóan Símun Edmundsson, sum báðir hava sitið uttanfyri við skaðum seinastu dystirnar.

Jóan Símun Edmundsson spældi ikki móti TB og Skála og vit frætta frá góðum keldum í AB, at kemur einki óvæntað uppí, so spælir hann ikki í Klaksvík. Teir vóna at fáa hann kláran til 2. páskadag, tá AB møtir B68 á Svangaskarði.

Størri møguleiki er fyri at síggja Páll A. Klettskarð. Hann vandi fyri fyrstu ferð við fullari ferð í kvøld og kom ígjøgnum alla venjingina uttan – at síggja til – trupulleikar. So er spurningurin, um hann eftir eina venjing verður tikin við í hópin og um hann kemur uppá tal til byrjunar uppstillingina. Men fyrr í ár hava við sæð, at KÍ toppskjúttin ikki hevur kravt nógvar venjingar eftir skaðan, áðrenn hann aftur hevur verið í uppstillingini. Tí bendur nógv á, at hann í øllum førum verður við í hópinum hósdagin, um hann ”reagerar” jaligt eftir venjingina í kvøld.

Dysturin Skírisdag í Klaksvík byrjar kl. 15.00.