Óvanliga nógv kort vóru givin í dystinum leygarkvøldið.
Heili níggju ferðir var gula kortið havt á loftið av dómaranum Eiler Rasmussen. Hjá KÍ vóru tað teir fýra Odmar Færø, Deni Pavlovic, Patrick Da Silva og Claes Kronberg, meðan Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen, Benjamin Heinesen, Ragnar Samuelsen og Magnus Egilsson fingu gult hjá B36, har samandrátturin hjá Televarpinum vísir, at Ragnar Samuelsen kanska var heppin ikki at fáa beinleiðis reytt kort fyri eina takling.
Endin var tó, at bæði liðini varveittu allar 11 leikararnar á vøllinum til síðsta bríksl.



