Í samband við stóra norðurlendska Barnleik 2017 her umleið 500 børn úr norðanlondum hava sett stevnu í Klaksvík, er dansinátt í nátt. Byrjað verður nú kl. 23.00 og hildið verður á til klokkan 01, so tað er at fara í Badmintonhøllina at fáa sær ein svingom.
Tónleikurin er framúr, spælimenninir við Christiani Black á odda folda seg út júst nú í Badmintonhøllini, so tað er bara at lætta rumpuna og fara í Badmintonhøllina – Tað er ein uppliving sum sjálvdan bíðst í Klaksvík.




