Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spæliplássið undir Klakki gerast liðugt

(
John Færø)

Á býráðsfundinum í síðstu viku samtykti býráðið at játta neyðuga peningin, soleiðis at spæliplássið undir Klakki kann verða gjørt liðugt. Arbeiðið er komið nakað áleiðis, og við býráðssamtyktini kann arbeiðið nú halda fram.

Tað eru ikki so fá ár, síðani hetta økið niðan fyri vegin undir Klakki uttarlaga á Bumhamri varð lagt av til spælipláss, og tað eru eisini onnur slík øki í kommununi, ið eru ætlað til spælipláss, men sum enn bíða eftir at verða gjørd.

Arbeiðið upp á hetta spæliplássið mundi byrja nakað áðrenn seinasta ársskiftið. Í ár kom rættilig gongd á arbeiðið, og sambært seinastu býráðssamtyktini kann óiva roknast við framhaldi og liðugtgerð av tí nakað skjótt.

Í sambandi við hetta arbeiðið hevur kommunan brúkt høvið til at bøta um gongumøguleikarnar har í økinum. Eitt nú verða trappur og gongugeilar gjørdir millum vegirnar Garðsenda, Hamarsniðið og undir Klakki fram við spæliplássinum.
Somuleiðis verður skrái gjørdur frá vegnum undir Klakki oman í spæliplássið, so fólk kunnu koma til og frá spæliplássinum uttan at noyðast gjøgnum trappur.