Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Spæliplássið við Mylnutún umvælast

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Fyrr í vetur fór spæliplássið nakað av vindi, og eisini var tíðin helst komin til nakrar dagføringar, sum nú verða gjørdar.

Sunnara spæliplássið hevur fingið heilstoypt gummiundirlag og ymisk spæli-amboð, eins og eina trampolin, ið er ájavnt við lendið. Hetta serliga undirlagið ger leikin stuttligari, meira spennandi og tryggari fyri børnini.

Gummiundirlagið er frá Innsport, sum eisini hava lagt tað á.

Kring tað norðara spæliplássið verður nýggj girðing gjørt, og her verður graslíki lagt á. Tað er Rebus, sum stendur fyri hesum arbeiði vegna kommununa.