Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spælistovan hjá dagrøktini 10 ár

Oliver Joensen

 Í dag havi vit feiðrað 10 ára føðingardagin fyri spælistovuni hjá dagrøktarskipani. Spælistovan bjóðaði kaku, bollar og kakao. Sigrun Vágstún frá trivnaradeilduni kom og bar eina heilsan frá kommununi og hevði gávu við frá Borgarstjóranum, sum tíðanverri ikki kundi koma, var sagt úr Spælistovuni í dag.

Spælistovan er á Brekku 36 og vanligar dagar heldur ein gestarøktari til har. Tað er ein røktari, ið tekur sær av børnum í dagrøkt, har dagrøktarmamman hevur forfall ella frí. Síðani koma tríggir dagrøktarar við børnum sínum í spælistovuna hvønn dag. Dagrøktararnir hava vanliga 3-4 børn í røkt hjá sær heima. Umleið 45 børn eru í dagrøktarskipanini í Klaksvík fyri tíðina og tey eiga tveir dagar í spælistovuni í aðru hvørjari viku og ganga soleiðis á skift her. 

Dagrøktarmammurnar siga, at hetta kemur væl við hjá teimum og børnunum, tí tær kunnu sparra sosialt um felags mal við aðrar røktarar her, og eisini er gylt høvi hjá børnunum at koma saman við øðrum børnum hesar dagarnar.

Myndirnar hevur leiðarin fyri Spælistovuna, Vivian Bjartalíð tikið: