Síðani vit seinast hoyrdu frá teimum føroysku í Amager Volley Klub, hava tær vunnið ein landskappingardyst og tapt ein Øresundsliga-dyst. Næsti dystur er sunnudagin.
Síðani vit seinast hoyrdu frá teimum føroysku í Amager Volley Klub, hava tær vunnið ein landskappingardyst og tapt ein Øresundsliga-dyst. Næsti dystur er sunnudagin.
Orsøkin er tvær kappingar í einum dysti:
AVK hevur higartil í ár spælt seks dystir, men vunnið tríggjar dystir og tapt ”fýra” dystir. Tapt tríggjar dystir í Øresundsliga, tapt ein og vunnið tríggjar í landskappingini. Tí dysturin millum Brøndby og AVK (sum AVK tapti) fyrr í ár er bæði partur av landskappingini og Øresundsliga.
Næstseinasta hósdag vunnu tær á útivølli 3-1 á Team Køge. Vit hava frætt haðani, at hetta var ein stríggin og strævin dystur. Settúrslitini vóru 24-26, 19-25, 26-24 og 19-25.
Fyri einari viku var dystur í Øresundsliga tá ið AVK tók ímóti Svedala úr Svøríki. Fyrr í hesum kappingarárinum tók AVK øll á bóli og vann á útidystin á Svedala. Men hendan dystin var Svedala væl betri fyri og vann Svedala dystin 3-0. AVK megnaði at fylgja nøkulunda við í fyrsta sett, men í øðrum og triðja setti varð munurin ov stórur.
Komandi dystur hjá AVK verður nú sunnudagin 14. februar á heimavølli ímóti Elite Volley Aarhus.
Liggja enn á fjórða plássi í landskappingini
Amager VK liggur eftir 11 dystum nú á fjórða plássi í donsku landskappingini við 21 stigum, á triðja plássið liggur Lyngby Volley við 24 stigum, á øðrum plássi liggur Holte IF við 27 stigum (10 dystir) og á fyrsta plássi Brøndby við fullum stigatali, 30 stigum (10 dystir).
Elite Volley Aarhus liggur á fimta plássi við 15 stigum, eisini eftir 11 dystir eins og AVK. Tískil er týdningarmikið at AVK vinnur dystin sunnudagin, soleiðis at tær kunnu kenna seg tryggar á fjórða plássi.




