Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur í dag sett spakan í og sett gongd á verkætlanina at byggja vardar íbúðir til fólk við menningartarni.
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur í dag sett spakan í og sett gongd á verkætlanina at byggja vardar íbúðir til fólk við menningartarni.
Á sumri í 2012 tók landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, avgerð um at byggja einar 10 til 16 vardar íbúðir í Klaksvík til fólk við menningartarni. Í allarbesta summarverðri varð spakin settur í í dag og víðari gongd sett á verkætlanina. Vardu íbúðirnar, ið verða 16 í tali, verða eftir ætlan lidnar á heysti 2014.
Landsstýriskvinnan legði út við at siga nøkur orð um verkætlanina, áðrenn spakin varð settur í. Hon nevndi millum annað, at hetta er í nógvar mátar nýbrot, tí fyri fyrstu ferð í mong ár er heldur valt at byggja nýtt heldur enn at umbyggja og broyta gomul sethús til stovnar av tílíkum slag. Tá bygt verður nýtt, ber betur til at taka støði í tørvinum hjá tí einstaka brúkaranum.
Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, hevði síðani høvi at siga nøkur orð. Niðanfyri hava vit valt at endurgeva røðuna:
Góðu tit øll
Dagurin í dag er ein gleðisdagur. Ein dagur ið fleiri hava sæð fram til. Ein dagur ið staðfestir, at landsins myndugleikar raðfesta tey við skerdum førleikum. Ein dagur sum verður við til at broyta dagligu tilveruna hjá fleiri borgarum.
Lat okkum minnast til, at vit byggja ikki bert nakrar lonir, nakrar kassar ella nakrar íbúðir. Vit byggja ikki bert enn eitt hús ella bert nakrar vardar bústaðir. Í dag er spakin settur í eina verkætlan, ið skal tryggja borgum við skerdum førleikum eitt HEIM.
Hvussu nógv av okkum síggja ikki fram til júst hetta? At skapa sær ein grundvøll og eitt stað, har virkað verður útfrá? At skapa sær tryggleika? At skapa sær hugna?
Sum menniskju ynskja vit at klára okkum sjálvi. Vit hava dreymar um eitt HEIM, har vit hava okkara innrætting og okkara privatlív. Vit ynskja eitt HEIM, har vit kunnu vera vit, og har vit gera av, hvar møblarnir standa, ella hvussu mannagongdirnar skulu vera. Vit vilja stýra okkara lívi og taka ábyrgd av egnum avgerðum. Vit vilja skapa okkum eitt HEIM, har vit kunnu bjóða øðrum fólkum á gátt. Vit ynskja eitt HEIM, har vit kunnu hava felagsskap við onnur.
Vit vilja skapa okkara egna hugna. Hvat er ikki betri enn eftir ein strævnan dag at seta fótin inn um egið heim og føla seg tryggan?
So lat ongan iva vera um, at í dag byggja vit eitt HEIM!
–
Sum kommuna hava vit sæð fram til hendan dagin, og eru vit ikki einsamøll um tað. So at siga hvønn dag hevur onkur av teimum, ið væntandi skal búgva í hesum heimi, tosað við meg um, hvussu nógv tey gleða seg.
Og eg eri heldur ikki í iva um, at økið er tað rætta, og at íbúgvararnir fara at trívast. Eitt øki, ið ikki liggur langt frá býnum, men tó hevur neyðuga friðin.
Fyri kommununa hevur tað týdning, at júst hesir borgarar fáa sítt egna heim. Tí vóru vit eisini fús at hjálpa, tá niðurtøkan av læknahúsunum skuldi setast í gongd, og at seta neyðuga peningin av til at gera økið klárt.
Eg vil fegin nýta høvið til, at takka landsstýriskvinnuni í Almannamálum, at hon hevur fylgt hesari ætlan at enda, soleiðis at vit í dag kunnu seta skjøtul á hesa spennandi verkætlan, ið hevur alstóran týdning fyri teir mongu brúkararnar.
Eisini vil eg nýta høvið til at takka øllum teimum mongu, ið hava stríðst fyri hesari verkætlan og harvið gjørt hetta heim møguligt.




