Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spaniólar hava gjørt sáttmála við B68

Jákup Ósá

Uppflytararnir hava styrkt seg við sponskum leikarum.

Uppflytararnir hava styrkt seg við sponskum leikarum.

B68.fo skrivar: Tofta Ítróttarfelag hevur gjørt avtalu við tveir spaniólar, Pedro Tarancon Anton, og Carlos Quintana Herrero, sum koma at leika við B68 í Effodeildini 2016.

Anton er ein 30 ára gamal verjukendur miðvallarleikari, meðan Herrero er ein 28 ára gamal framherji.

Frammanundan hevur B68 styrkt seg við Ivan Joensen og Michal Pryzbylski.