Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spara og gera dupulta íløgu?

John William Joensen

Nógv rumbul hevur verið um bygging av nýggjum yrkisskúla í Havn. Vita politikararnir av, at ein fyrsta flokks og rúmligur tekniskur skúli er í Klaksvík? Formaðurin í løgtingsins fíggjarnevnd, Óli Breckman, hevur verið kring landið og leita eftir dupultfunktiónum, men nú setur hann landsins framtíð uppá spæl fyri at byggja nýggjar stovnsbygningar í Havn.

Nú málið um bygging av nýggjum tekniskum skúla í Havn hevur verið so nógv frammi, hevur Norðlýsið gjørt sær tann ómak at kanna ,um hetta er ein skilagóð íløga fyri føroyska samfelagið, serliga tí vit eru vitandi um, at í Klaksvík er ein góður vælútgjørdur skúli av hesum slagnum.
Skúlin í Klaksvík er bygdur í stigum. Tað fyrra stigið, sum umfatar skúlaheimið og maskinverkstaðið, er frá 1976 og tað seinna byggistigið, sum umfatar El- og Trædeildina er frá 1989. Frá skúlanum hava vit fingið at vita, at hvør av hesum trimum deildunum er ætlað til 2 lærlingaflokkar pr. ár. Hetta svarar til tríggjar ferðir 24 lærlingar ella í alt 72 lærlingar árliga.
Vit vita, at tað eru gjørdir rættuliga nógvir lærusáttmálar seinastu árini, tí búskapurin hevur verið í sera stórari framgongd og tí eingir lærlingar vóru settir við í kreppuárunum. Tí er tað í so vónríkt at trúgva, at talið fer at verða líka høgt tey næstu árini, nú búskapargongdin, tíverri, er við at venda.
Henda støðan eigur at fáa landspolitikarar at hugsa seg um enn einaferð, áðrenn stórar almennar skúlaíløgur  verða gjørdar í høvðustaðnum. Nú vit hava ein rúmsháttan og góðan skúlabygning í Klaksvík, so hevði tað verið skilabetri at troytt verandi karmar. Óiva høvdu tær 87 milliónir krónurnar, sum ætlanin er at brúka í Marknagili, verið kærkomnar aðrastaðni í íløgutørvinum hjá landskassanum.