Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sparikassin hevði 31,4 mió.kr. í avlopi

John William Joensen

Ársaðalfundur var í gjár í Norðoya Sparikassa og úrslitið var tað besta nakrantíð

Tíðindaskriv

Sparikassin havt aðalfund

Sparikassin hevði í gjár 26. apríl 2007 aðalfund í Klaksvík.

Ársúrslitið var metgott 31,4 mió.kr. áðrenn skatt, og er tað besta úrslit sparikassin hevur havt.

Vøkstur hevur verið á øllum økjum, og leiðslan fegnaðist um góðu gongdina.

Á fundinum var ein nýggjur nevndarlimur valdur og er hann Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, Toftir.

Hann er valdur fyri Álvur Klakk, sum legði frá sær vegna aldur. Álvur hevur sitið í nevnd sparikassans í 42 ár, harav nógv ár sum næstformaður og formaður.