Umframt høvuðsdeildina hevur Norðoya Sparikassi í nøkur ár havt tvær deildir í Klaksvík.
Men í 2001 varð deildin á Kósini latin aftur og nú er avgjørt, at deildin við Klaksvíksvegin fær somu lagnu. Seinasti dagur opið er á deildini verður týsdagin 27. juli.
Hví letur deildin aftur?
Seinastu árini er arbeiðið á deildini minkað munandi, og kemst hetta serliga av, at viðskiftafólk í stóran mun nýta gjaldskort eins og fleiri og fleiri hava fingið sær spar2 ella HeimaGreiðslu. Sostatt er tørvurin á fleiri deildum í Klaksvík minkaður munandi eins og færri deildir eisini geva øktar møguleikar fyri betri tænastu á øðrum økjum.
Hóast Norðoya Sparikassi nú letur eina deild aftur, verða ongi starvsfólk uppsøgd.
Norðoya Sparikassi hevur annars deild í Norðdepli, á Viðareiði og í Leirvík.




