Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sparikassin tillagar rentuna

John William Joensen

Eftir at Tjóðbankin hevur lækkað rentuna, hevur sparikassin avgjørt at tillaga rentuna við gildi frá týsdegnum 27. januar 2009. Seinast sparikassin dagførdi rentuna var tann 11. august 2008.

Innlánsrentan
Innlánsrentan lækkar við 1,00 til 1,35 % fyri flest allar innlánskontur. Tó lækkar rentan á vanligari bók og fíggjarkontu ikki.

Útlánsrentan
Útlánsrentan bæði lán og kredittir lækkar við 0,25 til 0,75 %. Rentulækkingin umfatar ikki útlán og innlán, ið verða rentað í mun til Cibor rentuna.

Høvuðsrentustig
Vísandi til hjálagda yvirlit yvir rentustig sparikassans kunnu hesi høvuðsrentustig nú nevnast:
Heimlán frá 6,00 %
Billán 40 % útgjald 7,50 %
3 mðr. uppsøgn 2,75 %
3 mðr. Uppsøgn yvir 1 mió. 3,75 %
12 mðr. uppsøgn 3,00 %
12 mðr. uppsøgn yvir 1 mió. 4,00 %
Eftirlønarkonti 4,00 %

Gildi
Rentuhækkingin verður gjørd við gildi frá týsdegnum 27. januar 2009. og er hon lýst í Sosialinum og Dimmalætting fríggjadagin 23. januar 2009.

Fyrispurningar
Nærri fæst at vita við at venda sær til ein av kundaráðgevum sparikassans.