Aksel V. Jóhannesen, sum í 2010 var landsstýrismaður í Heilsumálum, skrivar í brævið til Norðlýsið í blað nr. 26 tann 5. August 2010 at sjálvandi vildi hann sloppið undan at gjørt sparingar. – Eg geri tað ikki tí mær dámar tað, ella tí eg haldi tað vera hugaligt, men vit liva í tí veruleika at landskassin hevur eitt hall á 800 mió. kr., og tí er neyðugt at fremja nakrar sparingar. Eisini á heilsuøkinum…..
Aksel V. Jóhannesen, sum í 2010 var landsstýrismaður í Heilsumálum, skrivar í brævið til Norðlýsið í blað nr. 26 tann 5. August 2010 at sjálvandi vildi hann sloppið undan at gjørt sparingar.
– Eg geri tað ikki tí mær dámar tað, ella tí eg haldi tað vera hugaligt, men vit liva í tí veruleika at landskassin hevur eitt hall á 800 mió. kr., og tí er neyðugt at fremja nakrar sparingar. Eisini á heilsuøkinum…..
– … í 2009 vóru umleið 50 børn fødd á KS ella í miðal eitt um vikuna og í Klaksvík hava vit eina føðideild har vakt er 24 tímar um døgnið. ….
– …. Tað at eiga eitt barn er ikki ein sjúka og tíbetur gongur tað so at siga altíð væl. Men tað kann henda at óvæntaðar komplikatiónir uppstanda undir eini føðing.
– Um óvæntaðar koplikatiónir standast undir føðing er tað neyva avgerandi fyri móðir og barn at tey eru í Klaksvík ella Tórshavn. Tað sum hevur týdning fyri bæði móður og barn er at fakfólk og neyðugu servitanin at handfara slíkar støður og tann neyðuga útgerðin er hjástødd.
– Tí havi eg sum landsstýrismaður spurt leiðslurnar um tað fakliga og fíggjarliga er skilagott at leggja føðideildirnar saman…….
– … oftani verða skilagóðar og neyðugar avgerðir illani móttiknar. Hevur ein ikki bein nokk í nøsini tá, til at halda fast um tað skilagóða og neyðuga, so skal ein halda seg langt burtur frá politikki tí populistar bjarga ongum landi, skrivaði landsstýrismaðurin m.a.
Norðlýsið vísti til skjalatilfar har Turdid Arge, deildarstjóri hevði undirskrivað, at nú skal sjúkraflutningstænastan eisini undir luppin. Hon ger greitt at Heilsumálaráðið metir ikki at onnur felagsøki geva nóg stórar sparingar uttan so at ” grundleggjandi tilbúgvingar verða niðurlagdar”…
—-
Síðan føðideildin varð niðurløgd á Klaksvíkar Sjúkrahúsið í 2010hevur ein tilburður verið á hvørjum árið, har barnakonur hava átt undir sera truplum umstøðum í bili á veg til Havnar ella á skaðastovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
LES: Klipti nalvastrong á nýføðingi undir dramatiskum umstøðum við rundkoyringina á Hvítanesi




