Postverkstjórin hevur júst sent út tíðindaskriv, har sagt verður at 14 ársverk verða spard burtur í Postverkinum og í viðtalu við Norðlýsið sigur hann at 0,5 ársverk verður spart burtur í Norðuroyggjum.
Tíðindaskrivið hjá postverkstjóranum er soljóðandi:
Sum ein avleiðing av fráboðaðu sparingunum á løgtingsfíggjarlógini 2005, hevur leiðslan á Postverki Føroya avgjørt at fremja ítøkiligar sparingar á rakstrinum komandi ár.
Sparingarnar – umframt íløgur, ið verða útsettar – svara til knøpp 14 ársverk. Sparingarnar verða framdar soleiðis:
Uppsøgn av starvsfólki 4,5 ársverk
Starvsfólk sett niður í tíð 1,0 ársverk
Farloyvi 2,0 ársverk
Nattúrlig frágongd 2,5 ársverk
Aðrar sparingar/rationaliseringar 4,0 ársverk
Íalt 14,0 ársverk
Tær framdu sparingarnar fara sum heild ikki at ávirka tænastuna hjá postverkinum. Tó verða nakrar smærri tillagingar gjørdar innan ávís tænastuøkir.
—–
Í viðtalu við Norðlýsið sigur Bergur í Garði, postverkstjóri, at sparingarnar fara eisini at raka norðuroyggjar, við tað at ½ ársverk verður niðurlagt í Norðoyggjum, men Bergur í Garði vildi ikki koma nærri inn á hvar hetta starvið varð spart burtur, tí hann var ikki vissur í at uppsagnarbrøvini vóru komin fram.




