Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Sparkivøllurin í Árnafirði verður nú tikin í nýtslu

Dávur Winther tekst og myndir

Arbeiðið við at fáa Sparkivøllurin í Árnafirði gjørdan hevur tikið drúgva tíð, men nú ber á mál

Drúgvt er tað, ið drýpur, verður sagt og helst verður vøllurin á Lánni tikin í nýtslu fyri páskir.

Tað eru fólk hjá kommununi, sum hava gjørt størsta partin av arbeiðnum, bæði beton- og girðingararbeiði. Teir hava hava lagt undirlagið og síðani sjálvt graslíkið á vøllin og eisini skorið strikur í. Júst nú montera teir málini.

Er veðrið til vildar í morgin, verður sandur koyrdur í, og tá kann man siga, at sjálvt vallararbeiðið er liðugt.

Síðani skulu fýra ljósmastrar monterast og onkrir smærri snøklar gerast uttanfyri. Tí verður stevnt eftir, at eitt lítið hald verður við vøllin nú fyri páskir, har vøllurin alment verður tilin í nýtslu.

Næsta ár er ætlanin at fáa gjørt eina hægri girðing kring vøllin, tí tað kann gerast langt at renna eftir bóltinum, fera hann omanum.

Vøllurin er 20 x 40 m, sum má sigast at vera ein rímiliga stórur ”sparkivøllur”, sum hesir í dagligari talu verða kallaðir. Hesin vøllurin, sum hevur verið ynski um í mong ár í Árnafirði, kemur at vera eitt klípi afturat til trivna í bydini.

Uttan at taka nakað frá nøkrum, má Atli S. Justinussen, býráðslimur sigast at vera ein av undangongumonnunum fyri hesi spennandi verkætlan, sum liggur í førgum náttúruøki uppi á Lánni í Árnafirði.