Hesar seinastu mánaðirnar hevur ein sending verið á skránni mikuvøld, ið nevnist Speki. Talan er um upptøkur av fyrilestrum, ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetrinum og øðrum granskingarstovnum, hava hildið. Tað er greitt, at fólk eru ymisk á máli um góðskuna á sendingunum, og tað hevur serliga at gera við hvussu væl vísindastarvsfólkini duga at føra seg fram á sjónvarpsskíggjanum. Her er støðan í løtuni, at summi duga sera væl, meðan onnur tykjast meiri óvon við miðilin.
Summar sendingar hava ikki verið so sjónvarpsvinarligar, meðan aðrar hava verið stak góðar. Eisini vísa hyggjaratøl, ið Fróðskaparsetrið hevur fingið frá Kringvarpinum, at umleið 19 % av føroyingum – ella næstan 7.000 fólk – hyggja eftir Speki. Uppaftur meiri áhugavert er, at av hesum eru fleiri enn 95 %, ið hyggja eftir allari sendingini á tamb.
Væleyðnað, men kann gerast betri
Sostatt má niðurstøðan vera, at Speki er ein sending, ið hevur stóran áhuga hjá einum relativt stórum hyggjaraskara. At næstan 7.000 føroyingar hyggja eftir Speki verður av Fróðskaparsetrinum mett sum ein sukse. Saman við royndunum frá "Setrið á Ferð" er tað tí eyðsýnt, at vísindatilfar hevur áhuga millum nógv fólk. Tí fara tað eisini at verða tiknir nýggir fyrilestrar upp í mai, ið verða sendir í heyst.
Hóast móttøkan sum heild hevur verið góð, so eru tað tó ting, ið skulu betrast. Rætt er, at einstakir av fyrilestrunum hava verið ov "útvarpsligir" og ov lítið "sjónvarpsligir". Hetta er tikið til eftirtektar. Saman við Kringvarpinum verður arbeitt við at skapa eina siðvenju um hvussu góðir sjónvarpsfyrilestrar verða hildnir.
Ikki er ætlanin at broyta konseptið, men hinvegin at veita fyrilestrarhaldarunum nøkur amboð til at framføra á einum sjónvarpsskíggja. Tað er Kringvarpið, ið hevur serførleikan á hesum økinum, og tí er tað Kringvarpsins lutur at vera við til at tryggja eina positiva menning av Speki.
Innihaldið er gott, men formurin kann gerast betri.
Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroya




