Føroyagrunnurin arbeiðir saman við Klaksvíkar Kommunu við einiætlan um at gera gamla Nónhamar til part av einum savni, ið skalgeva øllum møguleika at síggja og merkja lívið umborð áeinum línubáti.
“Vit behøvast ikki altíð at fara 400 ár aftur í tíðina, tá vit skulu siga frá onkrum søguligum.” Tað sigur Leif Abrahamsen, nevndarformaður í Føroyagrunninum. Grunnurin arbeiðir í løtuni við eini sera spennandi ætlan um at gera eitt savn, ið skal lýsa tíðina tá føroyska samfelagið lyfti seg úr slupptíðini til línufiskiskapin.
“Eg havi verið á slíkum søvnum uttanlands, millum annað á Siglufjørðinum í Íslandi. Har hava tey eitt savn sum vísir lívið í sildatíðini. Tað er heilt fantastiskt at síggja,” sigur Leif og leggur afturat: “Eg brenni fyri, at vit skulu fáa eitt tílíkt savn her í Føroyum.”
Skuldi til upphøggingar
Sum eitt stig á leiðini at gera eitt savn, keypti Føroyagrunnurin línuskipið “Helenu” (sum upprunaliga æt Nónhamar).
“Skipið var á veg til upphøggingar, og vit vildu við keypinum gera okkara íkast fyri at varðveita henda partin av søguni,” sigur Leif Abrahamsen.
“Ætlanin er at skipið skal vera partur av einum savni, sum skal lýsa tíðina tá føroyska samfelagið flutti seg frá slupptíðini til tíðina tá línuskipini komu. Tað skiftið er eitt av størstu framstigunum sum nakrantíð eru hend í føroyska samfelagnum,” sigur hann.
Skulu eisini hava savn á landi
Ætlanin hjá Føroyagrunninum er, at ein bygningur á einar 200 fermetrar skal byggjast á bryggjuni í Klaksvík. Har skulu tey vitjandi fáa kunning um søguna og síggja myndir og filmsbrot frá túrum við línuskipum. Úr hesum bygninginum skal bera til at ganga, helst undir taki, umborð á skipið.
“Ætlanin er ikki at skipið skal sigla. Tað skal bara liggja har, og fólk skulu kunna vitja umborð og fáa eina kenslu av, hvussu menninir livdu, meðan teir vóru á hesum longu túrunum,” sigur Leif Abrahamsen.
Bíða eftir nevndarvali
Spurdur hvat hendir við fyrireikingunum í løtuni sigur Leif, at av tí at tveir nevndarlimir í Føroyagrunninum standa fyri vali, (millum annað hann sjálvur), verður bíðað til tað valið er av.
“Vit halda, at tá vit fara undir eina tílíka ætlan, so skal nýggja nevndin sleppa at taka endaligu avgerðirnar,” sigur hann.
Dýr ætlan
At gera eina slíka verkætlan til veruleika kann vera kostnaðarmikið, men tann partin hava tey í Føroyagrunninum hugsað væl um.
“Ætlanin kann kosta rættiliga nógv, og hon kann eisini gerast bíligari, men vit eru komin eftir, at realistiskt er eingin trupulleiki at gjøgnumføra fyrsta stigið,” sigur Leif Abrahamsen.
“Eg rokni við at kostnaðurin verður nærri 10 milliónum enn 5 milliónum. Gera vit tað ordiliga, so verður tað ikki niðanfyri 10 milliónir,” sigur hann.
Men eitt er íløga, annað er rakstur, og tað hava fyrireikararnir eisini hugsað um.
“Tað má alt gerast í samráð við Klaksvíkar kommunu. Tað kostar at reka eitt tílíkt savn og vit mugu gera tað soleiðis, at tann parturin ikki verður ov tungur,” sigur Leif.
“Eg rokni við at vit mugu brúka 1 mió. um árið til rakstur. Skipið skal málast, blýggj skal skiftast o.s.fr. Vit hava tosað um alt hetta, men eingin endalig avgerð er tikin um tað enn,” sigur hann.
“Vit fara ikki í gongd fyrr enn alt hetta er komið uppá pláss.”
Grunnaeftirlitið má geva loyvi
Ætlanin við savninum samsvarar væl við endamálsorðingina í viðtøkunum fyri Føroyagrunnin. Leif vísir á, at sambært viðtøkunum skal ein partur av avlopinum hjá grunninum brúkast til gransking og annað, og savnið kann verða partur av tí, men av tí at talan er um ein vinnurekandi grunn, skal øll ætlanin góðkennast av grunnaeftirlitinum, áðrenn hon kann setast í verk.
“Grunnurin hevur meira enn 200 mió. krónur at arbeiða við, og at brúka ein part av pengunum til hesa ætlanina er betri enn at samla pengar,” sigur Leif Abrahamsen.
—
Gamli Nónhamar
er bygdur á Skála
Skipasmiðju í 1964
og hevur síðani tá
havt hesi nøvnini:
1964: Nónhamar
1970: Fjalshamar
1977: Hvítiklettur
1997: Skútunes
1999: Fuglfirðingur
2003: Helena
—




