Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi dystur í KÍ-høllini í kvøld

John William Joensen

Fyrra hálvfinalan í steypakappingini millum Stjørnuna og Neistan verður í KÍ-høllini í kvøld kl. 20

Steypakappingin er nú komin har til, at hálvfinalurnar skulu leikast. Liðini hjá kvinnunum, sum hava leikt seg í hálvfinalurnar eru Stjørnan, Neistin, Tjaldur og StÍF. Leikast skulu tvær hálvfinalur, ein heima og úti. Mótstøðuliðið hjá Stjørnuni er Neistin, og fyrri dysturin teirra millum verður í KÍ-høllini í kvøld kl. 20.

Lagt er upp til ein spennandi dyst. Liðini hava higartil leikt tvær ferðir móti hvørjum øðrum í landskappingini. Fyrra dystin vann Stjørnan greitt, meðan seinni dysturin endaði javnur, eftir at Neistin hevði havt leiðsluna stórt sæð allan dystin. Stjørnan má metast at vera favorittur í kvøld, men í steypakappingini kann alt henda. Tað er umráðandi hjá Stjørnuni at fáa eitt gott úrslit, fyri at hava eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Havn um 14 dagar. Men stjørnuleikarnir skulu avgjørt ikki taka ein sigur sum givið. Tað onki ivast í, at Neistin fer at leggja nógv fyri, fyri at basa Stjørnuni. Møguleikarnir hjá teimum at náa eini fm-finalu eru kanska ikki teir bestu, so hjá teimum er sera umráðandi at koma í steypafinaluna.

Vísa stjørnuleikarnir sama vilja og spæligleði sum tær vístu sunnudagin móti VB, og fáa stilla “kanónina” rætt inn, so skuldi møguleikarnir fyri einum góður úrslitið avgjørt verið til staðar.

Koyr á Stjørnan.