Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi dystur í KÍ-høllini sunnudagin (í dag)

Oliver Joensen

Lagt er upp til ein spennandi dyst tá Stjørnan sunnudagin tekur móti Neistanum. Stjørnan er á odda við 25 stigum.

Neistin er á fjóðra plássi bert fýra stig aftanfyri Stjørnuna, og í harðari kapping við VB og Tjaldur um annað plássið

Nú bert fýra umfør eru eftir at leika í innleiðandi umfarinum í Sunset-kappingin, er spenningur av álvara komin í kappingina um at ognar sær pláss í fianluni. Tað eru bert fýra stig millum nummar eitt og nummar fýra. Stjørnan hevur 25 stig, VB og Tjaldur hava 22 sig hvørt og Neistin hevur 21 stig. Tað er alt sum bendur á, at VB og Tjaldur vinna sínar dystir ímorgin. VB leikar móti Kyndli og Tjaldur leikar móti StÌF. Stóri spenningur í hesum umfarinum er um dystin í Klaksvík. Sum úrslitini hava lagað seg í seinastuni, so er dysturin púra opin. Tað hevur gingið væl hjá Neistanum seinastu dystirnar, meðan úrslitini hjá Stjørnuni hava verið eitt sindur svingandi. Tað er umráðandi hjá báðum liðunum at vinna. Vinnur Stjørnan, hava tær so gott sum tryggjað sær pláss í finaluni. Vinnur Neistin, er alt púra opið. Lagt er sostatt upp til ein spennandi dyst. Dysturin byrjar kl. 15:00.