Í dag klokkan 15.00 hittast so Stjørnan og Kyndil aftur til dyst í Sunsetkappingini. Kyndil vann dystin í Havn, seinast liðini hittust.
Tað verður ógvuliga spennandi at síggja hvussu leikur fer ídag. Kyndil hevur tikið seg nógv fram í ár og var líka við at basa Neistanum eisini. Stjørnan hinvegin er ikki væl fyri til dystin ídag, við tað at Agne fyrstimálmaðurin er skadd. Eisini hava fleiri av lyklaspælarunum skaðar.
Stjørnan hevur brúk fyri áskoðarastuðuli ídag og tí er umráðandi at vit møta fjølment til dystin.




