Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi, nú KTF sum oddalið tekur ímóti kollfirðingum

(Oliver Joensen)

Í dag, sunnudagin 2. februar, eru kollfirðingar – við Hans Kristiani Simonsen (sum vann á Kasparov) á odda, komnir til Klaksvíkar at telva ímóti 1. liði hjá Klaksvíkar Talvfelag, sum nú hevur lagt seg á odda í 1. deild.

Kollfirðingar vitja hendanvegin áleið á middegi, og so verður dysturin telvaður í Skákinum, samstundis sum Vestmanna tekur ímóti hvalvíkingum og Havnin telvar ímóti toftamonnum.

Kl. Talvfelag er nú á odda í 1. deild – støðan á stigatalvuni er henda:

1) Klaksvík  16 stig  (9 mótstøðustig)
2) Havnin  16 stig  (8 mótstøðustig)
3) Kollafj.  15½ stig
4) Toftir  15 stig
5) Streymur  14 stig
6) Vestmanna 7½ stig


Eisini 2. deild hjá KTF telva í Skákinum í dag – teir taka ímóti HT2.

Í 2. deild er støðan henda:

1) Sandavágur 20 stig
2) Runavík  16 stig
3) Klaksvík 2 14½ stig
4) Havnin 2  12½ stig
5) Vestmanna 2 10½ stig
6) Havnin 3  10½ stig