Ein føgur og fjøltáttað skrá, sum hevur havt sín leiklut á sera ymiskum, hugnaligum og væl egnaðum pallum er júst liðug í Fuglafirði. Dagarnir 30. august og fram til 2. sptember vórðu settir av til hesar hendingaríku dagar.
Leiktjøldini vóru mong og spennandi – bert fyri at nevna nøkur, so var talan um kirkjuna, sum bjóðaði morgunmat og kaffi, Miðstaðarlundina við ymsum tilboðum, har “Hjallurin” var opin, Piddasahandil við sínum mongu tilboðum, Ribarhús við grafiskari framsýning “Kirkjufólk og annað gott úr Steinprenti”.
Muntra hevði spennandi borðseðil at bjóða, og sama hevðiTorgið omanfyri Mentanarhúsið, har tað vóru stórir matmarknaðir við føroyskum dygdarvørum. Betri hevði framsýning, sum Tjóðsavnið hevði sett upp um rannsóknir á Oyrini í 1958, ið Sverri Dahl stóð fyri – helst frá víkingatíð.
Norðoya Sparikassi var karmum ein eitt størri “skapanarhús” við mongum føroyskum dygdarvørum – einamest ullvørur av øllum handans slagi, nógv áhugavert nýsniðgivið. Tú kundi støkka inn á gólvið í vakra og hugnaliga heiminum hjá Skála og grannanum Solberg, har trivið varð í nógvar minniligar og góðar søgur um hesar skilamenn, sum eru farnir um sýn fyri árum síðan.
Bókasavnið við ørðvísi familjuspæliu, hjallurin i Miðlundini hevði nógv at bjóða, myndlist í fimleikarhøllini í Skúlanum, ein spennandi og fjølbroytt framsýnig. Doktarahúsini, sum í dag verða nýtt til demensdagtilhald, hevði opið hús, har tú kundi síggja mynd- og fotolist – Eisini myndir frá tá ið m.a. Emma Winther búið har í 50-, 60- og 70-unum. Bátasavnið, bjóðaði ein betri bita.
Vevstovan á Vesturstovu hevði kafé og Stanley Samuelsen sang, Siloa hevði afturlítandi myndaframsýning, Thabor tað sama, kirkjan eisini við framsýning av myndum og kaffi, Turkihúsið við tónleiki. Jú, har var hópin av ymiskum øðrum, sum tú kanst kunna teg nærri á https://fuglafjordur.fo/mentan/mentanardagar/
Men sjálvandi var Mentnanarhúsið tann stóra snúningsásin við hópin av tiltøkum. Bygdaskemt, sum eitt teiti, har tey ymsu viðurskiftini, ið verið hava, fingu eitt lítið skot fyri bógvin. Hetta hugnaðu áskoðarnir sær almikið við – Sangurin og undirspælið var frálíkt. Eisini var fyrilestur í Mentanarhúsinum fyrr í vikuni.
Mentanarhúsið var eisini karmum um framsýning við Janus á Húsagarði. Páll finnur Páll høvdu eisini konsert/dans kl. 23- 03.45 leygarkvøldið.
Tríggja ferðir var Mentanarhúsið meiri enn fullsett við til tiltak, sum varð kallað “Fuglafjørður – 100 ár á baki við sórum braki”. Hetta var eitt fantastisk tónleityssi við 22 ymiskum innsløg, kór, einstaklinga, orkestur, Stenley, Bárður og allir hinir, málninga- og onnur minnir, Vega sang saman við Siloakórinum og mikið meira – Eitt sera gott tiltak við skjótum og løttum skifti, sum hevði tað besta av tí nógv Fuglafjørður hevur at bjóða.
Paraplygøtan – ella regnskjólsgøtan eftir Kirkjuvegi, sum liggur longu uppi í bygdini, er nakað heilt serligt og hugnaligt, har vaflur og kaffi eisini fekst til keyps. Men har vóru eisini mong onnur spennandi tiltøk eftir gøtuni.
Eisini hevði Petur Martin Patersen, hvørs heim er átøkt einum savni við allari síni list og bókum, latið húsið upp. Men hesaferð var tað fyri at sýna fram listaverk, sum Frits Johannesen og Heðin Kambsdal høvdu gjørt sum prýði á innhurðar í snotiliga húsinum.
Kanska var tað serliga áhugavert við FM í kassabilakoyring, har bæðir pápar, abbar og ungu førarnir høvdu verið við til smíða stak flottar ov væl virkandi kassabilar, sum skuldu brúkast til FM í Kassabilakoyring – har var hugflogið rættiliga komið til sín rætt.
Saman umtikið ein flott og vælskipað skrá – og tað sum gjørdi hana enn meira spennandi var, at pallarnir vóru so nógvir og ymiskir, at stórur partur av býnum vórðu pallarnir ella leiktjøldini. Hjaratrúmið var stórt og hesum gjørdu nógvir – eisini fremmandir gestir – brík av. Hetta undirbyggir at skráin var góða.
Henda 100 ára tónleika- og listaferð hevur eydnast til fullnar eftir mínum tykk við Rønn Eliasen og Brynhild Næs Petersen á odd. Men tá skulu øll hinu mongu, sum hava rætt eina hond, sanniliga eisini hava eina tøkk.
































































