Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi tiltak um makrelavtaluna á Hotel Føroyum

HUXA – Fólkafloksungdómur\"

Mikukvøldið 19. mars kl. 19 verður spennandi tiltak um makrelavtaluna á Hotel Føroyum, sum Føroyar gjørdu við ES og Norra í síðstu viku.

Mikukvøldið 19. mars kl. 19 verður spennandi tiltak um makrelavtaluna á Hotel Føroyum, sum Føroyar gjørdu við ES og Norra í síðstu viku.

Síðani 2009 hava Føroyar verið í orrustu við hini strandalondini um býtið av makrelinum. Føroyar átti tá 5% av heildarkvotuni í 2009, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum JacobVestergaard, vísti á, at Føroyar átti størri lut í makrelinum, tí hann var longur í føroyskum sjógvi, enn áður mett. Hetta vildu strandalondini ikki ganga á møti, og landsstýrismaðurin segði tí avtaluna um makrelin upp, og ásetti Føroyum sína egnu makrelkvotu.

Hetta gjørdist byrjanin uppá eitt ævintýr fyri føroysku uppisjóvarvinnuna og hevur síðani staðið í blóma. Á politiska vígvøllinum gjørdist talan um eitt stríð.

Fimm ár eru liðin uttan, at ein semja hevur verið um makrelin. Hetta broytist í síðstu viku, tá Føroyar, ES og Norra gjørdu eina fimm ára avtalu um makrelin.

Mikukvøldið 19. mars kl. 19 á Hotel Føroyum fara vit at seta sjóneykuna á makrelstríðið.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, greiður frá gongdini í makrelstríðnum og undirskrivaðu makrelavtaluni.

Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, greiður frá hvønn týdning makrelavtalan hevur fyri uppisjóvarvinnuna.

Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, ið hevur skriva Ph.d ritgerð um pelagiska kompleksið, kemur at greiða frá hvønn týdning makrelavtalan kemur at hava fyri føroyska búskapin.

Portal.fo, VP.fo og Norðlýsið senda beinleiðis frá tiltakinum

Eisini verður høvið hjá fundarfólkið at seta spurningar.

Tiltakið er ókeypis.

Øll eru vælkomin
HUXA – Fólkafloksungdómur”