Spenndandi dystur í KÍ-høllini, í morgin, sunnudagin
Lagt er upp til ein spennandi dyst tá Stjørnan sunnudagin fær vitjan av Neistanum. Støðan í oddinum í landskappingini er tann, at H71 er greitt oddalið við 23 stigum, síðani eru bert tvey stig millum nummar tvey og fýra. Neistin er á øðrum plássi við 18 stigum, síðani kemur Kyndil við 17 stigum og á fjóðara plássi er Stjørnan við 16 stigum.
Stjørnan og Neistin hava higartil leikt ein dyst ímóti hvørjum øðrum í landskappingini. Tann dysturin var rættiliga javnur, har liðini skiftust um at hava leiðsluna, men endaði við at Neistin dróg longra stráðið, og vann dystsin 28-26.
Dysturin verður bríkslaður kl. 15.00, og vóna stjørnuleikararnir at viðhaldsfólk teirra møta mannsterk upp fyri at stuðla teimum.



