Tilboðini uppá gerð av ringvegnum frá Spinnarínum og niðan til vegin Undir Fossum vórðu latin upp á býráðsskrivstovuni mánadagin.
Vegastrekkið var boðið út í tveimum, soleiðis at strekkið úr Undir Fossum og í vegin Oman Eið við Uppsalagøtu var ein útbjóðing, ímeðan strekkið úr Uppsalagøtu og oman til Klaksvíkar Timburhandil ella Spinnaríið var ein útbjóðing.
Uppá fyrra strekkið bjóðaði Grevstur at gera arbeiðið fyri 14.116.528 krónur, ímeðan Grevstur ikki bjóðaði uppá styttra strekkið.
Kanjon bjóðaði 15.329.267,- kr. uppá fyrru arbeiðistøkuna og 2.131.860 uppá tað seinnu. P/F Articon: 16.424.429,- upp á 1 og 2.648,780 uppá arbeiðistøku 2. P/F Byggitek: 15.147.649,78 uppá 1, og 2.432.153,- uppá 2. P/F J&K Petersen 15.758.692,- uppá 3.119.480,- uppá arbeiðistøku 2. Byggisamtakið Hansen og jacobsen: 17.887.469,- upp á 1. og 2.600.067 upp á 2.
Sagt varð at metingin sum frammanundan var gjørd av arbeiðinum var sett til 17.887.469,- fyri arbeiðistøku 1 og 2.600.067,- fyri arbeiðistøku 2. Lægstu boðini liggja sostatt væl niðanfyri.
Í stuttari viðmerking segði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri at hann var væl nøgdur við tilboðini og at hann roknaði við at kunna leggja málið fyri býráðið í komandi viku, soleiðis at arbeiðið kann fara ígongd beinan vegin.




