Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sp/f Kallanes keypt Norðsøka

John William Joensen

Eyðólvur Vang sum eigur útróðrarbátin Kallanes, hevur í dag keypt Norðsøka frá felagi hjá Hanusi Hansen.

Eyðólvur Vang sum eigur útróðrarbátin Kallanes, hevur í dag keypt Norðsøka frá einum felag hjá Hanus Hansen.

Eyðólvur Vang váttar fyri løtu síðani, at hann hevur keypt Norðsøka, sum er bygdur í 1942, men annars er í sera góðum standi.

 – Vit eiga kvotu í Íslandi og Norðsøki er størri og betur útgjørdur til at royna undir Íslandi enn Kallanes. Vit verða fimm mans við bátinum og farið verður avstað sum skjótast, sum væntandi verður beint eftir Norðoyastevnu, sigur Eyðólvur Vang.

Eingin avgerð er tikin um hvat gerast skal við Kallanes, men hann verður so ikki sendur til upphøggingar, sigur Eyðólvur Vang sum tó ikki vildi upplýsa keypsprísin.




Norðsøki aftur í Klaksvík

Tann 12. Februar í ársamdust P/F Bakur í Tjørnuvík við Ásbjørn Djurhuus og fleiri og P/F GPS við Hanus Hansen og fleiri í Klaksvík um sølu- og keypssáttmálan.

Nordlysid.fo skrivar soleiðis tann 12. februar:

Ásbjørn Djurhuus í Tjørnuvík sigur, at hjá okkum er tað natúrlig orsøk til søluna, vit eru farnir at eldast, elsti maðurin er omanfyri 70 og hinir eru tætt uppiundir, vit hava fingið ein prís, sum vit eru nøgdir við, tað er støðan.

Norðsøki er elsta skip í Føroyum, ið enn er til fiskiskap. Vit hava átt Norðsøka í 17 ár nú, seinastu fimm árini hevur hann verið á snelluveiðu, Jørgen Djurhuus hevur verið skipari og Jóhan Karl Djurhuus hevur loyst hann av.

Tá vit spyrja Ásbjørn Djurhuus hvat hann fer at gera nú, sigur hann, at nokk er at takast við, vit eiga bróðurpartin í Bátafisk við skipunum Mýlingi og Vulonteer. Hevur tú einaferð fingið ”skipabasilluna” í teg, so er hon ring at sleppa av vi, sigur Ásbjørn flennandi, men hinvegin, so er munurin stórur at koma við skipi ídag og fyrr. Fyrr blivu menn umhildnir, sum hættaðu sær undir slíkt ímeðan slíkir menn ídag, mangan vera skírdir nakað heilt annað.