24. august, á sjálvum stovningardegnum hjá KÍ, bleiv eitt smápartafelag stovnað, ið seinni møguliga verður karmurin um unglingadeildina og meistaradeildina hjá KÍ.
Týsdagin kl. 15, hittust menn á loftinum í KÍ-høllini at stovnseta eitt smápartafelag, sum í fyrstu atløgu skal reka cafeina í KÍ-høllini og alt virksemið rundan um tað.
Tá fundurin var liðugur, var partafelagið stovnað, við Símun Gullaksen og Peter Simonsen, sum stjórar og allur partapeningurin inngoldin.
Hugsaninar hjá KÍ við hesum handilsliga felag er fyrst og fremst at fáa virksemið í cafeini og annað undir handilsligar reglur.
Klaksvíkar Ítróttarfelag er vorðið ein stórfyritøka og fyri betur at hava tamarhald av gongdini, varð avgjørt í fyrstu atløgu at leggja cafevirksemið undir ein handilsligan hatt, soleiðis at neyvari stýring var á peningarenslinum hjá cafeini. Ætlanin ber eisini í sær, at ein so stórur partur av peninginum, sum felagið megnar at forvinna, skal koma KÍ til góðar og ikki partaeigarunum.
Seinni er ætlanin at hetta smápartafelag við tíðini skal blíva til eitt partafelag, sum skal taka sær av rakstrinum av 1. deild og unglingadeildini hjá KÍ.
Ein av stovnarunum av smápartafelagnum er Álvur Klakk, abbi hansara var ein teirra, sum var við til at seta á stovn KÍ í 1904.




