Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sp/f Klips gjørt avtalu við BetaPack í Hørning

John William Joensen

Týsdagin tann 24. mars skrivaðu stjórin í BetaPack Jens Thomsen og stjórin í Sp/f Klips Símun á Høvdanum undir sáttmála, sum gevur Sp/f Klips rættindir at selja allar teirra vørur í Føroyum.

Sp/f Klips hevur í longri tíð arbeitt við at skaffa virkjum og skipum í Føroyum pakkning og í februar hevði Sp/f Klips fleiri fundur við virkir og reiðarar í Føroyum.

Endamálið er at fáa prísin niður á pakkninginum, har dentur eisini verður lagdur á, at góðskan verður sett í hásæti. Vit fingu nógvar prøvar uppá pakkning niður við aftur til Danmarkar og hava vit gjørt nakrar prøvar og prísir til virkir og skip í Føroyum og sigast skal, at BetaPack er væl kappingarførir, bæði í prísi og góðsku.

BetaPack hevur høvðussætið í Hørning, bert 5 min. koyring frá Tranbjerg, har Sp/f Klips selur út frá meginpartin av árinum. BetaPack hevur samstarv við fýra risafyritøkur í Týsklandi, sum framleiða pakkning til allan tann Europeiska marknaðin og er ætlanin hjá teimum, at koma inn á tann Føroyska marknaðin.

Vónandi taka virkini og skipini í Føroyum væl ímóti hesum samstarvinum. Tað eru sparitíðir og tað kann bert vera ein fyrimunir fyri keyparnar í Føroyum, at fleiri spælarar viðvíkjandi pakkningi bjóða seg framm. Sp/f Klips skal gera alt fyri, at virkini og skipini skulu fáa ein so góðan prís um gjørligt, har stórur dentur verður lagdur á góðskuna. Motto hjá BetaPack er ”fra ide til løsning”.

Meira sæst á heimasíðuni hjá Sp/f klips www.simun.eu