Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spielberg kemur kortini ikki til Føroyar

Visit Faroe Islands

Herfyri bórust tíðindi um, at upptøkur til nýggjasta filmin hjá navnframa Steven Spielberg skuldu filmast í Føroyum. Hetta verður kortini av ongum.

Herfyri bórust tíðindi um, at upptøkur til nýggjasta filmin hjá navnframa Steven Spielberg skuldu filmast í Føroyum. Hetta verður kortini av ongum.

Sparingar í fíggjarætlanini hjá filminum hava við sær, at upptøkutíðir í Evropa verða skornar niður í helvt.

Hetta merkir, at Føroyar og onnur støð í Evropa júst nú eru tikin úr verkætlanini.

“Tað er sjálvandi sera keðiligt, at hesin filmurin kortini ikki verður innspældur í Føroyum, men vit kunnu tíverri ikki ráða yvir, at sparingar í filmsverkætlanini eru settar í verk. Okkara fólk hava gjørt alt rætt og hetta hevur hóast alt verið ein sera spennandi tilgongd, sum hevur sett fleiri hjól í gongd. Nøkur av heimsins fremstu filmsfólkum hava fingið eyguni upp fyri hvørjar møguleikar Føroyar hava innan filmsídnaðin. Tað eru longu komnir aðrir fyrispurningar frá øðrum filmsverkætlanum, sum beinleiðis úrslit avThe BFG, og vit ivast ikki í, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn ein stórur altjóða filmur verður innspældur í Føroyum,” sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.