Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Spinnaríið á Norðoyastevnu

Visit North

Ein serstøk framsýning verður á Spinnarínum sum Johanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, setur fríggjadagin 31. mai kl. 17.

Sjey vældekkaði spísiborð frá sjey ymiskum tíðarlummum síðan Norðoyastevnan fyrstu ferð var hildin í 1936. Borðini eru knýtt at sjey ymiskum familjum – hvussu tey hildu Norðoyastevnu.

Fernisering við Pól Skarðenni og Selma Johannensen sum sýna fram nýggj verk.

Næmingar frá Miðnámi í Kambsdali sýna fram verkætlanir við ullvørum knýttar at ”Ungt Virki” kappingini.

Framsýnining letur upp fríggjadagn kl. 17 og er annars opin leygardagin 1. juni til fríggjadagin 7. juni. Allar dagar millum 14 og 18.