Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spískamarið – nú við deyvatulking

Tíðindaskriv

Nú kunnu allir føroyingar gleða seg til tað norðasta og villasta, Gutti higartil hevur funnið upp á, tá Spískamarið aftur verður at síggja í Kringvarpinum í annakvøld kl. 19.25.

Hesuferð gongur leiðin norður í Viðoy, har Gutti kastar seg yvir tann mestsum gloymda, legendariska, morbida og av teimum fægstu roynda rættin “grunningshøvd”. Og sum vant leypur hann ikki upp um, har garðurin er lægstur, men fer sjálvur á flot í Viðvík at fáa sær toskarhøvd og síðani á Høvdavirkið í Leirvík at ræsa. Eisini vitjar Gutti Viðareiði og Hvannasund, har hann hittir bygdarfólkið og heintar alskins urtir og grønmeti áðrenn grunningshøvdini verða borðreidd saman við rómastampi við garnatálg á fløtuni á Viðareiði.

Geva øllum sama møguleika at njóta spískamarið

Sum nakað nýtt verður Spískamarið hesuferð deyvatulkað, so allir føroyingar kunnu fylgja við og gleðast um Spískamarið – samstundis. Gott sjónvarp verður enn betri, tá vit uppliva tað saman við øðrum og ikki minst tá vit aftaná kunnu tosa og kjakast um tað.

– Eg haldi, at tað er púra órímiligt, at ein bólkur av føroyingum skal setast uttanfyri og ikki fáa somu møguleikar sum øll onnur at fylgja við, fegnast og kjakast um sendingina, sigur Gutti Winther.

Tí hevur Spískamarið av sínum eintingum tikið stig til at sendingin, í samstarvi við Kringvarp Føroya, verður send deyvatulkað í annaðkvøld.

Deyvatulkingin kann síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, samstundis sum sendingin verður víst í sjónvarpinum. Ein leinkja verður løgd út á kvf.fo undan sendingini. Hetta er fyrstu ferð, hesin leistur verður royndur og vónandi verður hetta til gleði fyri mong, sum higartil ikki hava havt sama møguleika at njóta Spískamarið.

– Hetta, at øll kunnu fylgja við samstundis, burdi sjálvandi verið galdandi fyri alt føroyskt tilfar, men nú gera vit so eina roynd við Spískamarinum, sigur Gutti Winther at enda.