Sjáldsamir gestir hava hildið til tætt við sethúsini Oman Eið í Klaksvík. Eitt Spógvapar hevur hildið til har í eina tíð. Magnus Magnussen, sum býr tætt við segði mær, at hann hevði havt parið sitandi á tekju síni seinastu dagarnar.
Eg fór ein túr við myndatólinum, sá parið sita á tekjuni, men tað eydnaðist ikki at fáa mynd av teimum báðum har. Men tó fekk eg mynd av báðum. Annar fuglurin uppi á takinum, ímeðan hin royndi at skjóta seg eftir mær, ímeðan eg gekk har í økinum, uttan tó at finna nakað reiður. Vildi ikki gera ov nógv av og rýmdi tí skjótt, fór framvið aftur seinni um dagin, men tá var ongin spógvi at síggja, heldur ikki í gjár.
Møguliga er reiðrið rænt. Men sjáldsamt at spógvi skal eiga har.














