Nú er tíðin so komin, at vit alment fara at skifta navn. Aftaná 33 góð ár sum Sport Master, var 30. juni 2013 okkara seinasti dagur sum partur av Sport Master ketuni.
Nú er tíðin so komin, at vit alment fara at skifta navn. Aftaná 33 góð ár sum Sport Master, var 30. juni 2013 okkara seinasti dagur sum partur av Sport Master ketuni.
Sport Master ketan bleiv í vár keypt av Nordic Capital, men keyparin ynskti tíverri ikki at yvirtaka Føroysku handlarnar. Tað hevur tikið eitt sindur av tíð at finna nýtt navn og nýtt búmerki, men nú eru vit næstan komin á mál, enn mangla tó onkur smáting, men tey koma so við og við.
Navnaskiftið fer ikki at hava stórvegis broytingar við sær, vøruúrvalið verður næstan tað sama og starvsfólkini verða tey somu.
Tit eru vælkomin at dáma okkara nýggju Facebook síðu og at deila hana við vinum tykkara.
Ein kapping við góðum vinningum verður at síggja á síðuna í morgin, mikudagin.
Sí JPEG-fílin niðanfyri:




