Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sportøkonomar: KÍ eigur at seta pengarnar í ein grunn

Norðlýsið

Góða gongdin í KÍ hevur sanniliga vakt ans uttanlanda, og tað eru ikki bert vanligir fótbóltserfrøðingar, ið gera sær meiningar um hvussu KÍ skal gera fyri at gerast enn betri. Eisini sportøkonomar koma nú við sínari hugsan.

Fyrst vann KÍ á Ferencváros, síðani Hæcken og í løtuni liggja teir á odda ímóti Molde.

Stóru úrslitini hava fingið allan fótbótlsheimin at vakna. Lýsingarorðini um stóru avrikini hjá KÍ hava verið nógv, og bæði KÍ og Klaksvík hevur nú sligið sítt navn fast á alheims pallinum.

Heimasíðan, E24.no, hevur eisini gjørt eina longri greining um støðuna hjá KÍ, har serliga verður hugt eftir hvussu nógvar pengar KÍ kann fáa burturúr sínum evropeiska ævintýri.

Eisini hevur miðilin tosað við tveir fíggjarserfrøðingar í fótbóltsviðurskiftum, ið báðir hava lagt til merkis góðu úrslitini í KÍ. Hóast báðir leggja dent á, at hetta eigur als ikki at vera møguligt við einum so lítlum fólkagrundarlagið sum er í Klaksvík og í Føroyum, so fegnast teir um at hetta enn tann dag kann henda í fótbóltinum.

Annar serfrøðingurin, Jan Ludvig Andreassen, heldur at rættast hevði verið hjá KÍ, at upprættað ein grunn, sum hann samanber við norska oljugrunnin. Hann mælir til at grunnurin fer at seta pengar í altjóða Indexfond, og heldur velur at brúka av yvirskotinum, av tí sum grunnurin kann geva, og sostatt liva av pengunum langt fram í tíðina. Hetta merkir tó, at allir pengarnir sjálvsagt ikki vera brúktir beinavegin til spælarakeyp og annað.

Hin serfrøðingurin, Jesper Jørgensen, mælir millum annað til, at ein partur av peninginum verður settur av til fíggjarliga tilbúgving, sum kann gera, at KÍ hevur nakað at fella aftur á, um tíðirnar fara at gerast verri.

Øll greinin kann least á KÍ Klaksvík kan tjene flere hundre millioner: – Mange har brent seg tidligere – E24

Harleyfacadeacryl