Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Sportovy Klub Slovan Bratislava Futbal a.s.

Jóhann Lützen

Tað er eitt felag, sum hevur verið fyri nógvum kollveltingum, bæði veruligum og í fluttum týdningi, ið verða gestir hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag í annaðkvøld. Felagið hevur skift navn fleiri ferðir, og var nógv merkt av, at Tjekkoslovakia er skilt sundur, lagt saman aftur og skilt at eina ferð afturat, og tað sermerkta er, at felagið hevur hildið sær á toppinum alla tíðina undir sera skiftandi umstøðum.

Slovan er sum fótbóltsfelag 15 ár yngri enn KÍ, og bleiv sett á stovn tann 1. apríl í 1919 á eini café í Bratislava. Fyrsti formaðurin Richard Brunner var, eins og venjarin hjá KÍ nú er, politistur, og hansara fyrsta uppgáva var at fáa felagnum venjingarvøll.  Bert trý ár seinni var felagið slovakiskur meistari.

Ein svartur blettur á søguna eru jødaforfylgingarnar, sum eisini raktu Slovan sum felag. Í 1938 noyddist venjari felagsins, jødin Josef Braun, ikki bara at leggja frá sær, men eisini at rýma úr Bratislava. Stutt fyri 2. verðinskríggj varð Tjekkoslovakia upployst, og serliga tjekkiski parturin kom meira ella minni undir týskt stýri.

Undir 2. heimsbardaga æt felagið SK Bratislava og vann meistaraheitið 4 ferðir undir krígnum. Umframt hetta spældu teir eisini sín fyrsta altjóða dyst undir krígnum. Dysturin var 27. oktober 1940 og ímóti Hertha Berlin. Hann endaði við javnleikinum 2-2. Altjóðasigurin, sum tey í Slovan Bratislava minnast best, er helst sigurin á FC Barcelona í europeisku kappingini fyri steypavinnarar, UEFA Cup Winners’ Cup. Dysturin varð spældur 21. mai 1969 og endaði 3-2 til Slovan.

Felagið hevur ofta skift navn, eftir at tað byrjaði sum ”1. ČsŠK Bratislava” í 1919. Eftir kríggið skifti tað frá at eita SK Bratislava til at eita Sokol NV Bratislava. Eftir at Tjekkoslovakia varð savnað aftur undir kommunistiskum stýri, gjørdist felagið teir fyrstu meistararnir í endurskapta Tjekkoslovakia. Slovan Bratislava hevur altíð havt nógvar landsliðsleikarar á liðnum, og til dømis vóru 7 leikarar úr Slovan við í heimsmeistarakappingini í 1970, og 6 Slovan-leikarar í europeisku meistarakappingini í 1976, við á tjekkoslovakiska landsliðnum.

Slovan Bratislava hevur vunnið slovakiska meistaraheitið 14 ferðir og tað felags tjekkoslovakiska meistaraheitið 6 ferðir. Hartil hevur Slovan eisini vunnið slovakisku steypakappingina 16 ferðir og felags tjekkoslovakisku steypakappingina 5 ferðir. Í fjør, ella rættari kappingarárið 2019, vunnu teir greipuna, t.e. bæði steypakappingina og landskappingina í Slovakia. Felagið eigur eisini toppskjúttan í slovakisku landskappingini, Andraz Sporar, sum skoraði 29 mál kappingarárið 2018-19, ið er tað mesta í hesi kappingini.

Slovan Bratislava er styrkismett sum nr. 162 við 7.000 stigum á listanum hjá UEFA, UEFA 5-year Club Ranking 2020. Á listanum finna vit eisini gamlar kenningar hjá KÍ, Luzern á 194. plássi við 5.000 stigum, FK Riteriai á 250. plássi við 4.250 stigum og Tre Fiori á 366. plássi við 1.500 stigum. Slovan Bratislava er sostatt hægri styrkismett enn øll mótstøðuliðini hjá KÍ í Europa League í fjør. Sjálvt liggur KÍ á 320. plássi við 2.750 stigum. Tilsamans eru 421 lið á listanum hjá UEFA.